Miðskeiðis á sumri í 1997 lendir Jennifer Henke á flogvøllinum í Vágum. Í viðførinum hevur hon ein seðil, við nøkrum fáum nøvnum á familjuni í Føroyum. Hetta, vónar hon, fer at hjálpa henni at finna familjuna hjá pápa hennara, Hans N. Jacobsen, ið sum ungur maður, fór til skips og ongantíð kom aftur. Saknaði sonurin er søgan hjá Jennifer Henke um pápan, sum treyðugur tosaði um heimland sítt, um familjuna í Føroyum, og um brævasamskiftið millum pápan og unnustuni í heimbygdini og familjuna annars.