Heini Olsen hevur strokið víða um í sínum lívi og hevur stóran part av ævini virkað millum fólk, sum eru okkum ógvuliga fremmand. Hann hevur sæð og hoyrt mangt forvitnisligt og skemtiligt. Nú hevur hann i hyggju at taka okkum við sær og endurliva sínar mongu ferðir kring knøttin í orðum og myndum. Hetta er fyrsta bind av vónandi mongum um hesar ferðir. Heini byrjar her við Barna- og ungdómsárunum í Vestmanna og á Tvøroyri, áðrenn hann leggur til brots.