"Novemburmorgun" er sett saman av vøkrum og kenslubornum tekstum, har høvundurin við gløggskyggni tekst við grundleggjandi spurningar í tilveruni. Hon setur orð á upplivingar og kenslur, sum vit øll kenna sum menniskju, og hon setur tær í perspektiv. Her eru myndir frá kærleiksnátt, frá føðideildini, tá ið dóttirin eigur, og jólaódnin í 1988 verður lýst at hava ein javnlíka inni í frásøgufólkinum sjálvum. Gerandismyndir og myndir, sum kanska ikki eru so gerandisligar, verða settar fram, so lesarin kennir seg aftur.