Hetta er ein bók um heimalambið Knassa, sum verður sett inn í eitt fjós saman við tí garvilla Rokkaranum, sum bæði happar, berjist og hyggur at gimburlombum. Í bókini ger førilúsin eisini um seg og er óargalig. Tá ringast stendur til hjá Knassa, kemur ein vættur at ugga hann og at siga frá søgum. Veðurlombini verða tó bestu vinir, og tey seta sær fyri at berja seg út aftur í frælsi. Høvundurin sigur, at dentur er lagdur á uppseting og snið, so bókin er løtt at lesa. Í ”Knassi og Rokkarin” eru myndir, sum stuðla tekstinum, og hesar hevur Martin Tórgarð, yngri, teknað. Sólgerð sigur, at í bókini eru fakta, so børnini læra og minnast ymiskt, sum tey koma at seta í samband við søguna.