Á Paddington støðini vóru henda sama dag hjúnini Brown stødd, og tey varnaðust bjørnina, sum sat einsamøll og kúrdi. Hjúnini tóku synd í henni, kallaðu hana upp eftir støðini og tóku hana heim við sær í Windsor Gardens, og har hevur hon búð síðan. Fyrsta søgan um Paddington varð skrivað í 1958. Á Bókadeildini halda tey, at nú má vera tíð uppá, at eisini føroysk børn koma at kenna hesa fittu bjørnina í tí reyða, eitt sindur rukkuta hattinum og tí bláa kotinum.