Kristin og
Erlendur og allir sjey synirnir eru endað á Jørundargarði. So skuldi friður
valdað. Men kensluliga eru eingi kyrrindi teirra millum. Soleiðis eru tey ikki
skikkað.
Seinasta
bókin varðveitir frásøgumáttin og spenningin.
Og her endar
søgan um Kristin og Erlend. Hóast beiskleiki og stoltleiki mangan hava syndrað
viðurskiftini teirra millum og rikið tey hvørt frá øðrum, so hevur kærleikin tó
fastatøkur á teimum.
Í Kristini
skarast at enda jarðligi og himmalski kærleikin. Hon fatar, hvussu lívið í
sínum stórleika er samantvinnað, hon sær træðrirnar í lívsvevnaðinum, sum hava
givið lívinum eina háborna ætlan.