Messias II. Synd drepur Guð” er fyrsta bókin eftir unga skaldið Elias Askham. Hann hevur áður gjørt vart við seg sum stuttsøguhøvundur, men hevur nú av álvara latið sítt fyrsta íkast til føroyska bókaútgávu. Skaldsøgan er dagbók eftir Ádam Guðmundsson, eitt neyðardýr, ið líður av bæði lívsleiði og stórlætisørskapi. Hann kennir seg sum fremmandan í tilveruni, og tó hevur hann sæð sannleikan aftan veruleikan: at lív okkara eru meiningsleys. Søgan leggur fyri við at Adam støkkur upp úr svøvni – eftir at hava havt eina so andstyggiliga marru, at hann gerst ræðslusligin fyri sær sjálvum – og so við og við læra vit hann og hansara marrur og óttar at kenna. Men tað er ikki tað einasta – nei, hartil er hann nívdur av sorg. Tí tá hann fór undir at skriva dagbókina, hevði Eva, hansara tvíburasystir, ið hevði beint fyri sær sjálvari, longu ligið undir grønu torvu í næstan eitt hálvt ár. Men sum søgan líður, verður spakuliga avdúkað, hvør atvoldin til sjálvmorðið hjá Evu er. Ádam ásannar, at fyri at koma sær undan síni fremmandagerð verður hann noyddur at ríva sjúkuna upp við rót; við einum so andskræmiligum ilskubragdi, ið heimurin aldri hevur skoðað fyrr.