Nýggju bók sína hevur Tóroddur Poulsen ognað øllum teimum, sum onki skilja. Samstundis avdúkar hann, at hendan prosabókin er skrivað undir arbeiðsheitinum ”Fortíðin býr í innvølunum”, so tað ger einki, um lesarin ella lesarinnan eisini hevur hetta heitið í huga, tá hann ella hon lesur bókina. Inngangsorðini enda við staðfestingini: Einki passar. So er tann speiska kósin væl og virðiliga sett. Ferðin aftur í tíðina gongur bæði til Havnar og Keypmannahavnar, í eini frásøgn, sum er á tremur av stuttligum og neyvum myndum av persónum og hendingum. ”Útvølir” er tíðum surrealistisk og merkt av paranoia, men um somu tíð ivaleyst skemtiligasta bók, ið er komin á føroyskum nakrantíð, sambært forlagnum.