Í bókini um Astrid Andreasen, sum danska listakvinnan og listaligi miðlarin Trine Rytter Andersen hevur skrivað, sigur høvundurin m.a., at ein vísindaligur teknari má taka sær tíð til at kanna og granska sínar lutir, til tess at kunna seta saman eina mynd av teimum, sum samstundis er bæði einføld, røtt og margføld. Eitt arbeiði, sum umframt alskyns tekniblýantar, pennar, litkrit, vatnlitir, márhárpenslar, ymsi pappírssløg og fiksativ, eisini krevur mátitól, lesiglas, skalpell, pinsett og handskar. Astrid hevur teknað, so leingi hon kann minnast, og tekning er eisini meginstøði undir hennara listaliga arbeiði. Hon hevur teknað til barnabøkur, gjørt plakatir og teknað til frímerkir. Hennara strikur eru vælkendar, og plakatina við stavraðnum kenna allir føroyskir skúlanæmingar.