Elskar - elskar ikki
(Bók)
Marjun Syderbø Kjelnæs, Rakel Helmsdal
Bókin við stuttsøgum er úrslit av samstarvi millum øll Norðurlond.
Í bókini eru 10 stuttsøgur, sum allar snúgva seg um kærleika.
Lukkulig/ur og ólukkuligur kærleiki, um at vera samkyndur og forelskaður, um at verða forfylgd av einum, sum heldur seg elska teg, men sum í grundini bara vil hava tamarhald á tær, um umstøður, sum gera, at tú meira enn nakrantíð hevur kærleika fyri neyðini.
Høvundarnir eru flest allir kendir í heimlondum sínum. Søgurnar úr Føroyum hava tær báðar Rakel Helmsdal og Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað.