Inngangsyrkingin er ein klassisk sonett við tilsipingum til eldri føroyskan skaldskap, har høvundurin sigur, at hóast reynið rodnar, so vil hon heldur líta í ein eystan, har alt byrjar. Savnið er fylt við vøkrum yrkingum, sum um somu tíð nerta við tann álvarsliga partin av tilveruni, men eisini við alt tað, sum fyllir ein við gleði.