Tá ið týskurin søkti sluppirnar á Føroyabanka sigur frá tí kavbátavirksemi, sum fór fram undir Føroyum undir fyrra heimskríggi, eitt virksemi, sum vit ikki hava givið okkum so nógv far um. Tær føroysku sluppirnar er ein partur, men nógv onnur útlendsk skip fingu somu lagnu, og fleiri hundrað útlendingar bjargaðu sær í land í Føroyum summarið 1917. Bókin fevnir eisini um tað, sum fór fram fyri kríggið og um uppgongutíðirnar, tjóðskaparrørsluna og arbeiðararørsluna í 1800 talinum, um einahandilin og avtøku av hesum handli.