”Sig at du lyver” er søgan um eitt barn, sum gerst tannáringur og kvinna. Tað er hennara søga, sum hon upplivdi hana og sum er søgd henni. Tað er søgan um ein pápa, sum hóast alt ikki er pápi, og um ein annan, sum er deyður. Um eina mammu, sum vindur klútar og fýra systkin, sum vera til tvey, fyri síðani at bliva til seks. Tað snýr seg um børn, sum eru har, sum tey vaksnu vilja hava tey at vera. Um Andsdópin og Guds veldi og har hansara máttur ikki rakk. Um heitar dýnir, mistan samleika, svik og líkarætt.