Fyrsta yrkingasavnið hjá Katrin Reinert er ein fesk pøs í tann føroyska yrkingarhylin, har hon við filosofiskum umhugsni og málsligum neyvleiki lýsir og greinar spurningar, sum flestøll menniskir takast við. Lagt verður fyri við tí programmatisku ”Annað lív”, har yrkjarin roynir at mýkja tey stívu orðini, men fyri lesaran eru tey í fyrstu atløgu akkurát líka ”pinnastív”, til hann í sínum lagi blæsir lív í tey. Tað er eitt neyðugt samskifti ímillum yrkjara og lesara. Hesari á baki kemur ein røð av tekstum, sum í vøkrum og heldur ræðandi myndum siga frá náttarinnar upplivingum, ið seta síni spor væl eftir at dagurin hevur tikið við. Tittulyrkingin ger eina mynd av mannaættini, sum fer við lotinum runt allan knøttin í einum óendaligum leiki, har lív og deyði hjá tí einstaka bara er fon í tí ævinliga ringinum. Yrkingar eru um nýføðingin, lívsins undur, sum verður samanborin við eina stjørnumynd, her er haiku í einum humoristiskum málburði og heilsanir til grundarlagið undir øllum: natúruna, sum vit øll fyrr ella seinni gerast partur av. Høvundurin ger í yrkingini ”Millumbil” vart við, at vit eiga at fanga dagin. Tann durvandi kettan rammar inn menniskjað, sum beint mótsett ikki dugir at liva í løtuni. Hon er fyri ein part í degnum í gjár og fyri ein part í morgundegnum, og dugir ikki at lofta tí, sum er ímillum. Vit hava ilt við at liva í løtuni, og tað er millum annað akkurát hetta, sum yrkjarin vil vísa á.