Greinasavnið Konubrot hevur brot úr rúgvuni, sum Elin Súsanna hevur skrivað. Bókin er skipað eftir evnunum heilsa, rúsdrekkamentan, vælferð, kyn og ymiskt. Allar greinirnar hava verið á prenti áður. Yvirlit yvir bøkur, greinir o.a., sum Elin Súsanna hevur latið úr hondum, er at finna aftast í bókini. Ritstjórar eru Bjørg Jacobsen, Beinta í Jákupsstovu, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará.