Hetta er stórverk, sum Jeffrei hevur arbeitt við øll tey mongu árini, hann var lærari í føroyskum á Føroya læraraskúla. So gjøllig og neyv føroysk orðalagslæra hevur ikki sæð dagsins ljós áður. Hon er uml. 270 bls við fullfíggjaðum leitorðalista og nógvum verkevnum til hvønn táttin sum ískoyti. Bókin verður ivaleyst kravdur lestur hjá øllum, ið lesa føroyskt og sera hollur stuðul hjá lærarum og øllum teimum, sum hava føroyskt sum høvuðsamboð í gerandisdegnum.