Í hesum bindinum, sum er 525 síður, eru 12 partar: staðanøvnini í bygdini og handan fjørð, ýti, mið og rákaleiðir í fjørðinum, í Suðurhavinum og á Norðhavinum. Her er eisini bátasøgan, deksbátasøgan, skipasøgan, handilssøgan og fiskaarbeiði fram til 1945 og at enda søgan um teir, sum fóru til lands. Staðanøvnini eru lýst í listum, teksti og á fotomyndum. Ýti og mið eru lýst við teksti og á kortum. Bátasøgan frá umleið 1800 til 1920 er fjøltáttað, tí sera nógvur bátaútróður var í bygdini. Frá 1910 fóru leirvíkingar eisini at drifta deksbátar og frá 1930 fóru teir at fáa sær maskinbátar, sum dúgliga varð róð út við í 30-unum og 40-unum. Fyrsta skipið, sum æt Otaria, kom í 1909 og síðani komu fleiri onnur: Kristianna, Arizona, Sigrid, Sæborg og Sjóborg. Tá ið einahandilin var avtikin, komu beinanvegin einir tveir handlar, men bert ein fótaði sær. Men so við og við komu aðrir í gongd. Í 1875 vóru tveir handlar, umleið 1895 3 handlar og í 1910 vóru 5 handlar, sum høvdu bátar, ið avreiddu hjá teimum og tískil eisini nøkur viðskiftafólk. Sagt varð, at hevði ein handil 8 húski undir, so bar til. Bátarnir avreiddu og skipini løgdu saltfisk upp. Meginparturin varð virkaður til klippfisk, sum gav nógv arbeiði. Í bygdini vóru eini 10-12 fiskastykkir. Tá ið kríggið var av, broyttist bygdin, arbeiðslagið og arbeiðsgongdin. Leirvíkingar høvdu onga kai havt. Teir fóru undir ta fyrstu kaiina í 1944, og tá komu nýggir deksbátar til útróðurin, og nøkur ár seinni kom flakavirkið Frost. Seinni aftur komu fiskivinnuhavn, ferjuhavn og nýggj virkir og mangt annað, sum fer at verða greitt frá í 5. bindi.