Yrkjarin ferðast ímillum Havnina, har hann vitjar vinmenn á kirkjugarðinum og Keypmannahavn, har mangt er, men mest úr Føroyum, tí tað er haðani yrkjarin stavar. Mold og veðrið verða í heilum umrødd saman við deyðum abba, og yrkjarin ivast ikki í, at hann sjálvur bara er á lívi, tí hann ikki veit, at hann er deyður.