Heini fer í hesum bindi saman við tveimum skúlafeløgum eina dólgaferð eystur um hav til Noregs, m.a. til arbeiðis niðri í gomlu silvurnámunum langt undir jørð í Kongsbergi og til Bergens at lesa. Eftir próvtøku heim aftur til Føroya at seta kós í fyrsta SEV-tunlinum og í uppmátingararbeiði hjá Landsverkfrøðinginum og síðan til Danmarkar at nema sær meira útbugving, áðrenn leiðin gongur longur burtur í lond.