Ein lærubók til tey smæstu. Sum námsfrøðingur og útbúgvin innan burðardygt umhvørvi, roynir Herborg at greiða børnunum frá náttúrufrøðiligum sambondum. Í bókini "Finnur Fluga" er tað lívið hjá flugum, sum er í miðdeplinum. Finnur Fluga elskar súltutoy og blómusevju. Men flugulívið er eisini bæði strævið og vandamikið. Sangurin um Finn Flugu er við í bókini við nótum og talsetingum, og hann er at hoyra á heimasíðuni http://finnurfluga.stovu.net/