Believe it or not!/Trúgv tí ella ei! er kent brand fyri virksemi, sum byggir á ferðir hansara, har hann hevur lagt seg eftir at finna fram til løgin fyribrigdi um allan heim. Bókin er grundað á dagbók við frásøgn um ferðirnar hjá Ripley í tríatiárunum til fjarskotin støð um allan knøttin. Hetta er sermerkt glitrandi bók full av lutum, myndum, tekningum og lýsingum av einum løgnum og mangan óunniligum heimi.