Upprunaføroysk barnabók um gentuna Viktoriu, sum ein dagin hittir ein pingelipong, sum býr í postkassanum á húsunum hjá Viktoriu og teimum. Knappliga hendir so nógv, bæði stuttligt og spennandi og av tí at pingelipongurin er ein sera lítil vera, fær rithøvundurin lýst heimin so, sum hann kann sýnast í barnahædd. Bókin er ætlað teimum 7-10 ára gomlu og egnar seg bæði til at lesa sjálv og til upplesing. Hanni Bjartalíð myndprýddi.