Føroya Søga 1 + 2 + 3
(Bók)
Hans Jacob Debes
Føroya Søga 1, 2 og 3
Hans Jacob Debes
Í fyrsta bindi verður roynt at koma inn í søgu okkara.Hvussu varð Føroya land til? Hvussu komu norðbúgvar inn í almenna evropeiska søgu? Hvussu ávirkaði náttúran umstøður teirra, hvussu og hvar settu tey búgv, og hvør var hugaheimur teirra?
Í øðrum bindi er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár 1700. Bókin er prýdd við nógvum myndum, fleiri í litum. Strikumyndir og taluppsetingar geva yvirlit yvir ávís evni, serliga tann búskaparliga partin.
Í triðja bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind umframt at komið verður inn á skilnaðin frá Noregi í 1814, avtøkuna av øllum fornum politiskum stovnum, so sum Føroya aldagamla løgtingi, løgrættumannaskipanini og løgmansembætinum, og at Føroyar verða gjørdar til eitt danskt amt, stýrt av donskum embætismonnum. Aftast í bókini eru keldur og bókmentir og leitorð til bindini 1-3. Eins og í fyrsta og øðrum bindi er eisini í hesum bindinum hópur av myndum, nógvar í litum.
Føroya Søga 1, Nám 1990, 275 bls, innb.
Føroya Søga 2, Nám 1995, 255 bls, innb.
Føroya Søga 3, Nám 2000, 287 bls, innb.
Fyri allar fyrr kr. 894,- Fyri allar nú kr. 98,-