Onnur bókin í spennandi røð um systkini Dáva, Sissal og Tór, sum ferðast kring knøttin við foreldrunum Dávur og familjan eru og ferðast í Egyptalandi og gista í einum lítlum býi við Luxor. Men tað, sum er eitt bíligt og hugtakandi vertshús, vísir seg at vera eitt stað, har nógv hættisligt fer fram – og børn verða hildin fangar í einum umfatandi, løgnum kvetti. Lættlisnar og væl umtóktar Loyndarmálið í Luxor er onnur bókin í væl umtóktu krimirøðini hjá Sortland um listadetektivarnar. Fyrra bókin eitur Loyndarmálið í Venezia. Krimirøðin hjá Sortland er eisini partur av krabbabókunum, sum eru lættlisnar bøkur. Harumframt eru nógvar litfagrar myndir í bókunum, sum eisini eru við at gera tær lættar og stuttligar at lesa. Bjørn Sortland skrivar bæði til børn, ung og vaksin. Bøkurnar hjá honum eru komnar út í 20 londum. Bjørn Sortland er eisini heiðraður fyri at duga væl at skriva bøkur um list fyri ung. Eitt høvuðsverk hjá norska rithøvundanum er ungdómsbókin Sannleikans stund, sum viðger list og lýsir hana á ein viðkomandi og forvitnisligan hátt. Henda bókin kom út á føroyskum í 2011.