Millum teir tættirnar í nýggjum føroyskum barnabókum, sum greinarnar varpa ljós á, eru: myndir og tekstur og samanspælið teirramillum, frásøgufólk og tilætlaðir lesarar í ymsum aldri, list og lærdómur, ímyndir um og hugburður mótvegis børnum. Greinarnar hava tey skrivað: Asta Eiðisgarð Wolles, Óli Jákup Niclasen, Mortan Vang, Paula Gaard og Tóta Árnadóttir við støði í námi í føroyskum bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya.