Hinumegin er mars er ein kærleiksváttan til mammuna, til allar mammur, til alt lívið. Kann tað vera poetiskt at fara. Ja tað kann, tá Sólrun leiðir teg ímillum minnisbrot, hugleiðingar og tankar. Í stuttum snýr søgan seg um mammuna, sum gerst gomul, og dótturin so líðandi tekur skyldur upp á seg, sum mamman ikki maktar longur. Søgan er ikki ein beinleiðis frásøgn frá a til b, tí inn ímillum fáa vit flash frá barnaárum, frá pápanum, børnum og ommubørnum. Men har er ein reyður tráður, soleðis at tú ongantíð er í vanda fyri at villast. Her er skaldskapur á høgum støði. Ikki tí tú fellir tár ella krympar tær, tí tær tykir synd í onkrum ólukkdýrið, men hann fær teg at hugsa um lívsins stóru spurningar. Skaldsøgan mana bæði smil fram á varrar og kanska okkurt lítið tár í eygnakrókin, tá egnir tankar taka yvur og detta niður í memory lane