Ensku yvirmenn okkara vóru allir „veterans from the upper class,“ sum løgdu doyin á at skifta klæðir, áðrenn vit settust við borðið, sama um maturin við hvørt næstan hvarv í sandroki, ella rættari í pulvurrokið, tí tað trongdi seg inn og næstan fjaldi alt, sama um øll op vóru skalkaði til. Tjaldalívið var einfalt, men kortini hart við hvørt, eitt nú tá vit á vetrartíð á háslættanum lógu undirkavaðir ella um summarið í hitanum á láglendinum, tá vit í oyðimørkini fingu ólag á motorin og næstan doyðu tostadeyðan, og har vit eisini vórðu álopnir.