Ein dagføring
(Bók)
Hanus Samró
Ein dagføring” er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook. Høvuðspersónurin Benjamin Smith er júst liðugur við annað árið í Hoydølum, og tað ætlar hann at feira í summarsteðginum. Tað trýtur ikki við møguleikum, tí Benjamin og floksfelagarnir fara bæði til “Voxbotn” og á “G!”