Bókin viðgerd búskaparfrøðiligar lærur og vísir á, hvussu tær vuksu fram úr hvørjari aðrari ella í andstøðu til hvørja aðra. Hon endar við lýsing av nøkrum kendum visindateoretiskum hugsanum um almenna treytirnar fyri menning av einari læru, umframt eina myndlýsing av hvat mentanarliga liggur aftanfyri og hvat politiskur siður kann týða fyri støðutakanina hjá búskaparfrøðingum til ymsar spurningar.