Óvitin í hesari sjálvsævisøguligu skaldsøguni verður drigin inn í religiøsa heila-spunan hjá sínum sunnudagsskúlalærara. Sunnudagsskúlalærarin vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at verða frelstur.