215 sjalmynstur inniheldur eitt grundmynstur til bundnaturrikløð og 215 ymisk sjalmynstur. Sjalmynstrini kunnu nýtast til mynsturbinding, veving, krosssting og annað.
Endurútgávan av 215 sjalmynstur er samlík fyrstu útgávuni frá 1980. Myndirnar í bókini eru tær upprunaligu, ið fotografurin Ingi Joensen tók í 1980, og nú hevur framkallað av nýggjum.
215 sjalmynstur hevur verið nógv eftirspurd seinastu árini. At bókin kemur út í ár er fyri at minnast Oliviu, sum hevði fylt 100 ár 22. mai. Olivia varð fødd í Leirvík í 1915, og andaðist í 2009. Hon gjørdist 94 ára gomul, og hon livdi eitt virki lív - ein stóran part við stokkunum í hond.
Bókin er á føroyskum, donskum og enskum máli.