Greitt verður frá, at royndir vórðu gjørdar at finna eina semju um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og at eitt einmælt Løgting í 1922 var komið ásamt um eitt uppskot, sum skuldi slóða fyri eini føroyskari semju um hendan spurningin, men hetta miseydnaðist. Í 1923 vóru sjálvstýrisfólk farin at ivast í, um sjálvstýrisspurningurin kundi loysast innanfyri karmarnar á donsku grundlógini.