"Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF" snýr seg um eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari søgu, tá allur heimurin stóð í stórum broytingum. Fiskimarksspurningurin fylti nógv í Føroyum upp í gjøgnum 50- og 60- árini, men tað var eisini eitt annað rák, ið kveiktist á meginlandinum, sum Føroyar máttu taka støðu til: skuldu Føroyar lima seg inn í EF ella EFTA?