Henda bók er ætlað teimum, sum royna at skilja tað, sum hendir innan í teimum sjálvum og ímillum fólk, tá ið tey samstarva. Sum vilja skilja fjølbroytnið í mongu løgunum í sosialum skipanum– bæði tá ið ræður um tilvitsku og ótilvitsku.Atlitini eru so mong, tá ið arbeitt verður við sosialum skipanum, og tað, sum ber ávøkstur, sætt úr einum sjónarhorni, kann vera høpisleyst, sætt úr einum øðrum.