Vit eru í 1930'unum við búskaparligari kreppu og byrjan til heimskríggj. 25 ára gamli Magnus Meyer er eftir fimm ár og ein blóðigan tilburð á amerikanska meginlandinum flýddur aftur til barndómsbýin í Danmark - bara fyri at finna útav, at elskaði yngri bróðir hansara, tann kenslusami idealisturin Mads, er farin til Spania í borgarakríggj í parti við Fólkafylkingini. Eftir áheiran frá systur síni fer Magnus sil Spania eftir beiggja sínum. Soleiðis byrjar ein ferð, ið førir Magnus gjøgnum tað borgarakrígsherjaða, men eisini vakra, støvuta og sólskygda Spania, har hann møtir sínum lívsins kærleika - og fær ferilin av einum horvnum Inka-skatti frá hjálandtíðini. Tað verður ein drúgv ferð, sum dramatisk endar í Stalins Sovjetsamveldi.