Blekkhjarta
(E-bók)
Blekkhjarta er fyrsta av trimum bókum. Hon er um 12 ára gomlu Meggie, hvørs lív broytist fullkomiliga, tá ið hon fær at vita, at pápi hennara Mo hevur eini selig evni. Tá ið hann lesur hart úr bókum, kann hann fáa persónar í søgum at gerast livandi og koma fram í veruliga heimin.
Tá ið Meggie var trý ára gomul, las pápin Blekkhjarta fyri mammu Meggie, og knappliga var mamman horvin, og tríggir mans komu fram í staðin, har tveir rietta vóru blóðtyst illmenni. Nú níggju ár seinni hava teir funnið fram til pápan og Meggie, og teir hava ilt í huganum.