Rættarmálið móti Bukharin, sum mest kenda ákærdi, er tað síðsta av trimum stórum rættarmálum í 1936, 1937 og 1938 í Moskva móti fyrrverandi leiðandi bolsjevikkum í Sovjetsamveldinum, umframt øðrum fólki í umsitingini, herinum og onkrum vísindamonnum. Aftaná komu ikki fleiri rættarmál og skjótt brast heimskríggj á.