Hetta er onnur útgáva av hesi bók. Fyrsta útgáva kom í 1997 fyri 21 árum síðani, og var tað Anna Fía í Vági, sum var høvundur. Síðani er nógv hent í ættini, sum er fjølgað almikið. Fyri at gera bókina lættari at nýta sum handbók er eitt navnayvirlit gjørt.Hetta er eitt tiltak, sum ættin hevur staðið saman um at gjørt, og vísir hetta hvussu nógv kann fáast burtur úr tá ið nógv skúgva undir eina tunga byrðu. Eitt nú er kápumyndin gjørd av tí heimskenda listamanninum Tróndi Paturssyni.