Ritverkið hjá Jan Lööf er í einum klassa fyri seg. Í meira enn 50 ár hevur eydnast honum at finna fram til tað heilt serliga í myndum og frásøgutóna, sum fangar lesaran. Tað gandakenda, sum ger, at tú vilt sleppa at lesa bøkur hansara aftur og aftur. Við hesum søgusavninum heiðra vit ein av størstu barnabókaskaparum í Svøríki.