Hvør vil ikki fáa tríggjar lakresspípur? Tað vilja Lítli Virgar, Karl Emil og Oskar so í øllum førum. Tí gera teir av at hjálpa keypmanninum. Storkurin er fluttur inn á takið hjá keypmanninum, og keypmaðurin ræðist fyri, at skorsteinurin fer at detta niður. Men um nú storkurin fekk sær ein maka, so kundi tað jú verið, at tey bæði funnu eitt annað stað at búgva. Tí fara dreingirnir út at leita eftir einum maka til storkin. Alt gongur ikki sum ætlað.