Tað er áhugavert at lesa um lív Hammershaimbs, tá ið hann sum gamal maður kveitir aftur um seg og lýsir ta leið, hann hevur gingið.
Lív hansara hevur verið fjølbroytt og forvitnisligt. Hann hevur havt gott áræði, havt eitt áhugavert lív og mangan havt tað stríggið í embætunum.Sum ungur gjørdi hann eitt bragd, sum eingin hevur gjørt honum eftir.Hann læt sær ikki lynda, at hansara egna móðurmál skuldi verða fyri vanbýti í einari danskari skúlaskipan, ið smoygd varð niður yvir fólk.Hann skrivaði í danskt blað um støðuna, og hvussu órættvíst tað var, at so lítil virðing var fyri føroyska málinum í danska ríkinum.