Samgongan við Magnusi Tindholm á odda hevur lagt uppskot fram fyri løgtingið um Føroya grundlóg. Undirtøkan er slakari enn væntað, men hetta forðar ikki donsku forsætisráðfrúuni, Lone Schrøter, at seta hart ímóti hørðum, tí uppskotið hevur til endamáls at staðfesta við lóg, at Føroya løgting hevur evsta avgerðarrættin í Føroyum.
Um sama mundið leggja norskir myndugleikar hald á skipini hjá størsta føroyska reiðarínum, og uttanríkispolitiskt stríð stendst millum londini. Málsøkið er danskt, og landsstýriskvinnan í fiskivinnumálum, Lena Thorsteinsdóttir, heitir á danska uttanríkisráðið um at stuðla sær í málinum, men tá gerst greitt, at danska stjórnin raðfestir egin áhugamál framum.
Teir fýra samgonguflokkarnir, Sentrum, Høgri, Víðsjón og Áræðisflokkurin, ferðast á eggini av ríkisfelagsskapinum í einari roynd at fremja føroysk seráhugamál, men vanligi føroyingurin er uttanveltaður, og tvíningar innanhýsis í flokkunum hótta staðiliga grundarlagið undir einari fólkaatkvøðu um Føroya grundlóg.
'Vit, Føroya fólk' er ein politisk samtíðarskaldsøga