Hedayat, 1903-1953, var iranskur rithøvundur og týðari. Hann er kendasti iranski nútíðarhøvundurin og var ein hin fyrsti í Iran, sum skrivaði modernistiskt.Íblástur fekk hann serliga frá verkum hjá Rilke, Kafka, Poe, Tjekov og Maupassant. Tann blinda uglan er kendasta verk Hedayats og hevur verið kallað eitt hitt týdningarmesta bókmentaverkið á persiskum máli. Bøkurnar hjá Sadegh Hedayat eru undir álopi frá islamistum, og tær eru forbodnar í Iran.