Hetta eru samtíðarsøgur um kvinnur í ymsum aldri; frá smágentum til tilkomnar kvinnur. Flestu teirra eru onkursvegna avbyrgdar í sínari støðu í gerandisdegnum og eru nú á einum vegamóti. Spurningurin er, um kvinnurnar megna at broyta sína støðu, ella um tær mugu sættast við tað, sum er. Í fleiri av søgunum er huglagið dapurt, men kortini hómast vón og møguleikar fyri broyting - og kanska á ein øðrvísi hátt enn tað kvinnulívið, tær annars høvdu ímyndað sær.