Nú kemur triðja og seinasta bindið á marknaðin. Bókin eitur Men lívið livir, og tað er Edvard Olsen sum hevur týtt hetta stórverk.
Nú hitta vit tann aldrandi August á
Segilsfossi. Hann er enn sum áður fullur av góðum hugskotum og góðum søgum og
er eins væl útborin sum í teimum fyrru bókunum. Vit fylgja honum enn einaferð í
kraftamiklu framtaksroyndunum og eisini í hansara seinastu verkætlan inn í deyðan.