Sneisamaður býr í familjutræ við konu og børnum, sig so tað. Men ein dagin, tá ið Sneisamaður fer út at renna, verður hann vavdur inn í ein meldur av hendingum, sum føra hann langt burtur frá familju síni í familjutrænum. Kemur hann heim aftur til jóla? Til alla lukku fær hann hjálp frá einum heldur óvæntaðum persóni. Rørandi, stuttligi og ógvuliga sermerkti Sneisamaðurin hevur verið til stóra gleði hjá børnum kring heimin. Njót hesa klassisku søgu, sum ber upp á rím.
Rørandi, stuttligi og ógvuliga sermerkti Sneisamaðurin hevur verið til stóra gleði hjá børnum kring heimin. Njót hesa klassisku søgu, sum ber upp á rím, í vøkrum nýggjum búna. Ein dagin, tá ið Sneisamaður fer út at renna, verður hann vavdur inn í ein meldur av hendingum, sum føra hann langt burtur frá familju síni í familjutrænum. Til alla lukku fær hann hjálp frá einum heldur óvæntaðum persóni.
Julia Donaldson skrivaði, og Axel Scheffler myndprýddi. Pauli Hansen týddi úr enskum.
Bókin er innbundin, 30 síður og til tey uml. 3-6 ára gomlu.