Ó-
tað ódeyða, tað óútrokniliga er holdbundið í Bænadikti Chonradsen,
keypmanni. Eingin veit, hvaðani hann er upprunnin, ella hvør hann er.
Men djevulskapurin breiðir seg frá honum gjøgnum farna og farandi tíð,
døkkur og tilvildarligur sum ein deyðilig smitta, sum ein pest. Har,
hann ber við, fer alt av lagi. Trúgv, vón og kærleiki missa sítt gildi.
Trúboðin,
Matthias J. Danielsen, halgar hinvegin sítt lív til Guð, men trýr ikki
upp á hann. Royndir hansara at noyða hjarta sítt til trúgv hava ein
øðrvísi djevulskap við sær, ein djevulskap, ið stendur til einstaklingin
og kemur fram í óbótaverkum, neyðtøku og morðum.