Jing-mei, sum umboðar høvundin, veksur upp í tveimum mentanum, amerikanskari og kinesiskari. Hon tekur í fyrsta umfari ta amerikonsku framum, men sleppur ikki frá hinari síðuni av sær sjálvari.Tá ið hon er vaksin, kennir hon tørvin á at vita meira um sínar kinesisku røtur. Kunnleikin, hon fær, gevur henni alstóra virðing fyri siðum og lívshátti hjá móðurini.
Bókin er forkunnug lýsing av sambandi millum móður og dóttur, hvussu tað er at liva fjart frá sínum upphavligu rótum, og hvussu tað kenst at fáa nýggjar røtur at festa seg.