Í bókini viðger Jens Hákun Leo fleiri evni. Kolanámini í bygdini, Lítla Dímun, turkaálopið í 1629, fólkateljingin í 1801, Skaðagrindin í Sandvík í 1915 og ymiskar aðrar søguligar hendingar, sum hava við bygdina og sóknina sum heild at gera, eru bara nøkur av evnunum, sum Jens Hákun tekur upp í bókini. Jens Hákun greiðir eisini frá, hvussu tað fór fram, tá ið tann nú skjótt gamli Hvalbiartunnilin varð tikin í nýtslu á sumri í 1963, og hvussu tað fór fram, tá ið Hvalba fór frá at vera ein kolanámsbygd til at vera ein fiskivinnubygd í seinnu helvt av 20. øld.
Hvalbiar sókn var tann fyrsta sóknin í Suðuroy, sum í síni tíð fór burtur úr Suðuroyar prestagjalds kommunu, og hetta fær eisini sína rúmd í bókini.
Jens Hákun skuffar heldur ikki tey fótbóltsáhugaðu og fortelur um tey gyltu 1980-ini, tá ið Bóltfelagið Royn leikti seg í finaluna í kappingini um Ísafjarðarsúluna, og tá ið Royn var bert eitt stig frá at flyta upp í bestu deildina hjá monnum.
Jens Hákun fortelur harafturat um teir mongu prestarnar, sum hava verið í sóknini upp ígjøgnum tíðirnar, og hann fortelur um kendar merkismenn, sum hava sett sín dám á andslívið í sóknini.