Bókin er skrivað eftir bíbliutímum, sum Poul Madsen helt í seinnu helvt av 1950 árunum í Keypmannahavn. Tað er tí umráðandi hjá tí, sum nú lesur bókina á føroyskum hesi mongu ár eftir, at geva sær far um – í fyrsta lagi, at hon er bíbliutímar til danir fyri umleið 65 árum síðan, og í øðrum lagi at hugsa um tað, sum Poul einaferð skrivaði um eina aðra bók hjá sær: „Eg havi valt at varðveita tað talaða málið og biði tí lesaran seta seg í stað áhoyrarans og hugsa um, at orðini upprunaliga eru talað og ikki skrivað.